Sólrún Michelsen

Summi renna i stuttum bröku

Sólrún Michelsen

Summi renna i stuttum bröku

Add to my favorites Remove from my favorites

Ein rennari spurdi meg cin morgun, eg var ä veg til arbeidis:

– Hey, tú. Kanst tu siga mær. hvussu nógv klokkan er?

Eg svaradi:

– Tiggju minuttir i.

– I hvat? spurdi hann.

Eg stardi eitt sindur at honum.

– Í átta. Sjálvandi, legdieg lágmælt aftrat.

Var tad onkran annan tíma á degnum, hevdi eg kanska ikki hildid tad verid so sjálvsagt. Men klokkan átta? Ta øll runnu fyri lívinum at náa til arbeidis?

-Okey. Takk fyri. Eg veit hvørki dag ella tíma.

Hann risti vid høvdinum og helt fram at renna.

Eg fór mína leid meira enn eitt sindur ørkymlad. Spurningar mólu sum vilstar vespur í knokkinum.

– Tad er eisini mikudagur 18. oktobur. Var tad meira, tú vildi vita?

Eg stríddist nú mínar átta tímar og hevdi satt at siga gloymt alt um hetta, tá id eg aftur kom fram vid vøllinum og sá mannin renna vid sama lag.

-Hey, tú. Kanst tú siga mær, hvussu nógv klokkan er?

-Tíggju minuttir yvir fimm, svaradi eg.

-Morgun ella kvøld?

Nú stardi eg aftur. – Kvøld, segdi eg hvatliga.

-Takk fyri. Má renna.

Hann fór. Eg sá eina slód í vøllinum, har hann hevdi runnid allan dagin.

Eg fór heim, men eg hugsadi nógv um mannin. Ja, fyri at siga sum er, fekk eg hann ikki úr tonkunum.

Hvussu leingi mundi hann hava runnid, tá id hann ikki kendi dagin ella tíman? Hevdi hann runnid so leingi, at einki var eftir av skili? Ella var hann komin uttaneftir? Var hann kanska ein av hesum rúmdarverunum, sum ferdadust, og hevdi tikid mannaham á seg? Kanska var hann vilstur.

Hvør veit? Endadur í Gundadali, tá id hann skuldi verid vid í onkrari maratonrenning millum stjørnur. Skeivt forritadur.

Eg hevdi altíd ynskt mær ein slíkan tídartúr. Men eg vildi sjálv sloppid at avgjørt, hvagar eg fór, og hvønn, eg skuldi vitjad.

Seinni sama kvøldid spákadi eg mær ein túr. Eg hevdi ikki ætlad mær tann vegin, men uttan at varnast tad, var eg farin somu leid sum um morgunin. Nærri eg kom vøllinum, meira angradi eg, at eg var farin henda vegin. Eg hevdi ikki hug at ganga framvid, men kagadi út undan horninum á áskodaraskýlinum at vita, um tad mundi vera so galid, at hann rann enn.

Jú, eftir eini løtu sá eg ein skugga fara framvid har nidri. Hvat skuldi eg gera?

Ringja eftir løgregluni ella hval? Madurin sleil seg upp. Kundi hann ikki stedga sjálvur, mátti eg hjálpa honum. Men eg vildi treydugt koma mær upp í hetta undarliga mál. Nú kom skuggin aftur framvid á endaleysu ringrás síni. Eg smoygdi mær heim.

Eg var løgst, men fekk ikki sovid. Tankarnir mólu í klingur. Runnu altan á manninum. Fylgdu honum runt vøllin. Eg gitti, hvar hann nú mundi vera: á nordaru ella eystaru sídu. So rann tad mær til hugs, so at alt stedgadi. Hann rann skeivan veg. Øll, sum vanliga runnu har, runnu vid sólini. Var tad ti, hann ikki fann út altur? Kanska kundi eg onkursvegna brotid honum ringrásina.

Eg settist upp undir meg og tendradi seingjarlampuna. Eg kundi lagt eina fjøl ella bádar tvær soleidis fyri, at hann vard lirkadur út, uttan at hann rættiliga visti av tí. Kanska skuldi eg gjørt okkurt nu beinanvegin. Hetta hevdi skund. Eg helt meg minnast at hava sæd tvær fjalar, sum kundu verda nyttar, í bilskúrinum.

Eg sprakk upp úr seingini, læt meg skundisliga í Einar cowboybuksur og stappadi ta stóru undirtroyggjuna, eg svav í, nidur í tær. Rann sídan nidur trappurnar og rykti mær tann brúna lcdurjakkan av akslatrænum. Eg vard ørkymlad av hesum átrokandi kenslulagi, at hetta hevdi miklan skund. Sum var tad nakad, id kom mær sjálvari vid. Sum galt hetta lív ella deyd.

Bølanida var uttanfyri. Ljósid úr lyktarpelanum, sum eg nýtti til utiljós, var sløkt.

Eg trilvadi meg fram at hurdini í bilskúrinum, men fór at hugsa um, at vit høvdu fingid eina fjarstýring. Einki vid at hála.

Eg trilvadi meg inn aftur eftir fjarstýringini. Nú bar til. Hurdin rilladi seg upp undir loftid. Tad larmadi so illa í náttarkvirruni, at eg gjørdist fjálturstungin. Um náttina, tá id kvirt er, mást tú lurta. Hoyra alt, sum fer fram. Tad er einasta bjargingin.

Ljósid tendradi av sær sjálvum. Jú, har Iógu tær. Eg flutti nøkur gomul málingablikk til viks, har penslarnir stódu uppi heilt av sær sjálvum, og tók eina gamla avís at kveistra lokkanetid av fjalunum vid.

Tær vóru so langar, fjalarnar, at tær bognadu á midjuni, tá id eg lyfti tær uppfrá. Eg ivadist bara eitt lítid bil, so helt eg leidina nidan móti fótbóltsvøllinum.

Eg kundi sjálvandi ikki vita, um madurin rann enn. Men eg skuldi royna, um so var.

Eg hevdi altíd verid bædi myrkablind og myrkarødd, so hetta vard ikki nøkur løtt uppgáva. Eg vónadi, at eg ikki møtti nøkrum, har eg gekk. Tey kundu hildid fjalarnar verid ein stigi.

Eg skundadi mær, til eg nærkadist vøllinum. So gekk eg meira varisliga, men alt í einum tendi eg meg í eitt hegn, tad vil siga, eg rendi fjalarnar móti, so eg misti tær úr hondunum. Eg kendi svidan av flísum, sum otadu seg inn í lógvan. Svørjandi trilvadi eg meg fram at opinum. Sídan oman trappurnar, fram at girdingini og yvir hagar, eg visti, eitt hol var. Har skumpadi eg fjalarnar inn. So stod eg pinnastill og lurtadi. Kvirran sjódadi í niduni. Nú hoyrdi eg okkurt. Ja. Sum her var myrkt. Eg hoyrdi andadrátt, ádrenn eg hoyrdi fótafet av einum, sum stunandi for framvid. Eg kendi hárini reisa seg í nakkaimm.

Rennarin datt um fjalarnar, gav seg illa, kom á føtur aftur og helt áfram at renna. Eg hveptist vid av samkenslu, men hugsadi, at eg mátti geva tí ein kjans aftrat. Ein løta gekk. So hoyrdi eg aftur tivanina, og aftur datt hann um fjalarnar og fór fram eftir rommum. Hann gav seg so eymkandi, at eg í stundini dró fjalarnar til mín og fór heim aftur vid teimum. Eg tveitti tær inn í bilskúrin og læt hurdina aftur vid fjarstýringini. Ikki var hugsingur um al sovna hesa náttina, so eg kókadi mær ein kaffimunn og setti meg at hugsa. Eg var í døpurhuga. At enda var eg so mód, at eg sovnadi nidur á bordid. Eg vaknadi av, at eg hevdi fingid hald í nakkan, men fyrsti tankin var hvørki haldid ella tad, at eg nú var ov sein til arbeidis.

Eg bad eftir, at hann var hildin uppat vid hasum fjákalótunum.

Eg skundadi mær til arbeidis. Kom framvid vøllinum. Madurin rann vid sama lag. Eg kendi magan knýta seg.

– Gevst vid hasum. Gevst vid hasum, rópti innan í mær. Hann hugdi upp, og eg kendi tad sum ein stoyt, tá id eygu klokkan var, hugdi bara bidjandi at mær. Eg fekk tár í eyguni. Ongantíd hevdi eg kent meg so hjálparleysa.

Eg fór til arbeidis, men har stód alt fast. Tankarnir mólu. Vanliga hevdi eg tamarhald á støduni, men nú var einki fantilsi á. Eg hevöi ikki bindindi at sita. Reikadi aftur og fram eftir gólvinum.

Endiliga var eg lidug. Men mintist ikki at hava upplivad ein so drúgvan dag. Vanliga var hann av, ádrenn eg visti av. Eg hevdi bara eitt í høvdinum: at koma oman á vøllin sum skjótast.

Eftir tógvid stríd tok eg í nakkan á mær sjálvari og fór ístadin øvugtan veg nidan móti bankanum. Har hekk ein listaframsýning, eg leingi hevdi ætlad mær at sæd.

Tær flestu myndirnar vóru av tí sama: einum kámum manni og eini opnari hurd, har svart var innanfyri. Ein breyt frá. Har var bara ein hurd, sum var afturlatin.

Eg gjørdist ótrygg av myndunum.

Nú kundi eg ikki halda mær longur, men helt til beins oman móti vøllinum. Vedrid hevdi verid gott um morgunin, men nú var vindur og vátaslettingur. Eftir lítlari løtu vard eg at kroppi. Men tad mátti vera harvid. Beinini skulvu undir mær, tá id eg endiliga stód har og tivadi.

Hjartad sakk til botns. Renningarlagid var broytt. Hann dró seg avstad sum ein gamal madur.

Eg mannadi meg upp og fór fram al girdingini.

-Vælsignadur gevst vid hasum, bønadi eg, tá id hann kom framvid.

-Eg fái ikki. Dugi ikki, siunadi hann, og tey bláu eyguni vóru fylt vid tárum.

Eg stód og kleimdi girdingina so fast, at knúgvarnir hvítnadu.

Næstu ferd, hann kom framvid, hoyrdi eg hann siga:

-Summir renna í stuttum brókum, hóast teir eiga langar. Hetta Ijódadi umberandi, sum visti hann, al hann gjørdi mær ónádir. Eg fór heim, dragandi føtumar eftir mær.

Eg fekk mær okkurt at eta, men kendi tad, sum eg tugdi pappir.

-Gevst kona. Gevst! rópti eg og gjørdist kløkk av mær sjálvari.

Eg Iegdi meg í sofuna og sovnadi. Tá id eg vaknadi, var bølamyrkt. Eg hugdi at urinum. Hálvgum trý. Nú hevdi eg sovid nóg mikid. Eg fór upp, legdi eitt teppi um meg og tók eina fløgu og legdi hana á. Eg setti meg upp afturá í stólin, blundadi og royndi at njóta tónleikin, men vard órógvad av nøkrum taktum, sum ikki áttu at vera liar. Hjartad dukadi í bringuni, og blódid brúsadi í oyrunum. Dunk. Dunk. Eg lurtadi. Hatta var ikki bara hjartad. Tad bankadi eisini á dyrnar.

Hvør ólukkan var hatta, sum órógvadi fólk á midjari nátt.

Eg lækst sum einki, men hetta gavst ikki so. Tad ljódadi, sum bukadi tad vid bádum nevum á úthurdina. Eg tendradi og fór á føtur. Eitt skapilsi hómadist ígjøgnum rútin í úthurdini. Mær dámdi hetta einki. Kundi hugsad mær eitt av hasum kagholunum. Eg balladi meg fastari inn í teppid.

Tá id eg læsti upp, stód hann har.

Eg kendi ein øgiligan lætta. Dró andan djúpt. Endiliga var hann givin. Eg hugdi eymliga at honum, og suffadi.

Hann sá deydlúgvadur út. Gráur í andlitinum, vid myrkum rondum undir eygunum og rennvátur av sveitta. Hann skalv. Skógvamar hevdi hann slitid upp, so at tærnar stungu út ígjøgnum. Nú sá eg, at hann rann á stadnum. Tad var ikki meira enn so, at hann fekk føturnar uppfrá, men hann rann. Aftan fyri hann sá eg, al tad var farid at kava.

Hann royndi at siga eitthvørt, men fekk ikki ordid upp. So harkadi hann nakrar ferdir.

– Kanst tú læna mær tankar tinar, so eg sleppi burtur úr hesum? spurdi hann vid hásari rødd og bønandi eygum.

– Ja. Skal ikki meira til, so vælsignadur tak tankar mínar.

Hann brádstedgadi, takkadi fyri og fór, og eg má vidganga, at sídani tá havi eg ikki hugsad ein tanka.

Men eg eri farin at renna.

 

mifal pais logo

Get great reads straight to your inbox

Granito decided to shift the business model from wholesale distribution to direct-to customer. Until early 2017, each 45 minutes, plating protects from corrosion. Geneva stripes are sometimes said to help rap dust away from the moving parts of the movement. fake watches The traditional heating of steel screws changes their colour to a deep royal blue while also hardening them. In any case, beveling and polishing) is of course done by hand. All wheels of the gear train are in rose gold. The single main spring provides 65 hours of autonomy.

© The Short Story Project 2024

Made with ☕ and 🚬 by Oddity

Search:

Short Stories
Straight to Your Inbox

Oops, this is a personal area feature.
The personal area is only available to subscribed users. Sign up now for free to enjoy all the personal area features.